Leygardagin 30. november 2024 verður liðkapping í amboð. Fimm íðkarar frá FLOG verða við - tvær gentur og tríggir dreingir.
Hesaferð hava genturnar mannað lið saman við fimm íðkarum frá Ljósinum, so tær eisini høvdu møguleikan at verða við. Hetta eru vit sera takksom fyri!
Á myndini omanfyri síggjast Unna Billa og Røskva saman við gentunum frá Ljósinum. Tær fimm mittastu kappast í bólkinum U14 og tvær tær uttastu kappast í U11.
Eisini verða tríggir dreingir frá FLOG við. Fríði kappast í bólkinum "Piltar" ímeðan Aksel Brosi og Jens Klæmint kappast í bólkinum "Smádreingir".
Tilber at fylgja við úrslitunum her.
Vit ynskja øllum góða eydnu leygardagin