Felagið varð stovnað í 1989. Tað er ikki vist hvat dato felagið sá dagsins ljós, men tað var tíðliga í 1989. Tey sum stovnaðu FLOG, vóru:
Benadicta Ellingsgaard, formaður
Laila Solmunde, sáli,
Magna Jacobsen,
Petur Páll Mikkelsen
Jóhannus Hansen, sáli
Benadicta, Petur Páll og Jóhannus vóru venjarar hjá teimum flestu liðunum tað fyrsta árið, umframt at tey seymaðu teir flestu fimleikabúnanir til ta fyrstu framsýningina. Navnið FLOG, fann Jóhan Hendrik Winther Poulsen uppá, meðan Petur Páll Mikkelsen teknaði búmerkið. Felagið vaks skjótt og tey fyrstu árini hevði fimleikafelagið FLOG flest limir av øllum ítróttarfeløgunum í Fuglafirði. Felagið hevði miskeiðis í 90´unum fleiri ung og vaksin lið. Tað vóru áleið 400 limir í felagnum, tá tað var stórst.
Í 2024 hevði felagið 172 íðkandi limir, deilt yvir 3 rytmisk lið, 4 breiddar lið og 5 amboðslið. Høvuðssæti hjá FLOG er og hevur altíð verið fimleikahøllin í Fuglafjarðar skúla, men eisini hevur arbeiðsmannafelagshúsið verið brúkt. Høllin á Kambsdali verður nýtt í størri og størri mun, umframt at Bylgjan í Rúnavík verður lánd til tíðir. Hvørt ár í mars/apríl er framsýning, har tey íðkandi fáa høvi at vísa, tað tey hava lært ígjøgnum veturin. Annaðhvørt ár er fimleikafagnaður á skránni, har FLOG hevur luttikið tey flestu árini. Síðan Jóhannus, sáli og Petur Páll byrjaðu amboðsfimleikin í Fuglafirði, hava børn og ung úr Fuglafirði gjøgnumgangandi luttikið í kappingum í Amboðsfimleiki. Felagið hevur í fleiri umførum eisini luttikið í bæði estetiskum- og rytmiskum fimleikakappingum.