Skærmbillede20241102204852.jpg

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at vit aftur fara at bjóða eitt skeið fyri pinkubørnum & foreldrum á barsil. 

Eftir eitt sera væleydnað fyrra skeið, hava vit fingið nógvar jaligar afturmeldingar. 

Tí hava vit avgjørt at endurtaka hetta skeiðið fyri at geva enn fleiri møguleikan at uppliva gleðina við fimleiki.

Skeiðið byrjar 20. februar og heldur fram í seks vikur.

Tilmelding fer fram her.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum og tykkara børn til eitt spennandi og læruríkt skeið!

 

Vinarliga,

Fimleikafelagið Flog

Hold i dag

Instagram