VIÐTØKUR FELAGSINS
§1 Navn og heimstaður
Navn felagsins er Fimleikafelagið FLOG. Felagið er stovnað í 1989.
Heimstaður felagsins er Fuglafjarðar kommuna.
§2 Endamál
Endamál felagsins er at virka til frama fyri fimleikin, soleiðis at limir í felagnum kunnu styrkja likam og læra grundleggjandi førleikar innan fimleikin, samstundis sum felagið ynskir at fáa góða likamsrøkt í miðdepil.
§3 Limaskapur
Stk. 1. Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir í Fimleikafelagnum FLOG.
Stk. 2. Limaskapur fæst við at rinda tað av nevndini árliga ásetta limagjaldið
Stk. 3. Limagjaldið verður at rinda við byrjan av fimleikaárinum.
Stk. 4. Nevnd felagsins kann koyra lim úr felagnum, hevur hann eftir nevndarinnar meting mótarbeitt felagnum ella myndugleikum tess, ella hevur víst ósømiligan atburð ella á annan hátt víst ringan ítróttar- ella felagsanda.
Stk. 5. Limirnir skulu í felagsmálum gera eftir teimum reglum, ið nevndin ásetir. Um limirnir ganga ímóti hesum reglum, skal teimum fyri styttri ella longri tíð noktast atgongd til fimleik og annan ítrótt, sum felagið hevur, ella teir kunna verða koyrdir úr felagnum.
§4 Limagjald
Stk. 1. Limagjaldið verður kravt inn einaferð um árið. Tá ið umstøðurnar krevja tað, kann nevndin hækka ella lækka limagjaldið. Nevnd og heiðurslimir felagsins eru frítíkin at rinda limagjald. Um nevndin ynskir tað, kann hon lutvíst ella heilt frítaka samskiparar og venjarar at rinda limagjald.
Stk. 2. Um onkur limur kemur at skylda felagnum pening, kann nevndin samstundis við at minna á hesa lógina, biðja hann um at gjalda skuldina innan tvær vikur frá dagfesting á skrivligu áminningini, og um so er, at viðkomandi limur kortini ikki vil gjalda skuld sína, kann nevndin siga hann úr felagnum. Hann kann tá ikki gerast limur aftur, fyrr enn skuldin er goldin.
§5 Nevndin
Til at fyriskipa felagsins viðurskifti verður vald ein nevnd. Í nevndina skulu á ársaðalfundinum veljast í minsta lagi 3 og í mesta lagi 5 persónar.
Persónur, sum sjálvur ikki er á fundinum, kann ikki veljast, uttan skrivlig játtan fyriliggur um, at viðkomandi vil taka við, um hann verður valdur.
Á ársaðalfundinum kunnu veljast ein forkvinna/formaður, næstforkvinna/næstformaður, kassameistari, skrivari og ein nevndarlimur, tó í minsta lagi ein forkvinna/-maður, kassameistari og ein skrivari. Nevndin verður vald á tann hátt, at limirnir verða valdir fyri 2 ár.
Tó standa ávíkavist 1, 2 og 3 limir fyri vali hvørt árið, alt eftir tali av nevndarlimum.
Afturval er loyvt í øllum føri. Nevndin hevur ábyrgdina av allari leiðslu felagsins, men hevur rætt til at velja sær hjálpartoymir.
Nevndin hevur eisini ábyrgdina á ársaðalfundi at boða frá, hvørji hesi møguligu hjálpartoymi verða og hvør kemur at manna ávísu toymini.
Tad er nevndin, sum gevur leiðreglur til hjálpartoymini at fylgja, so sum at skriva fundarbók v.m.
Nevndin skal føra gerðabók og til teir minstu lutir føra bók yvir ognir felagsins, innkrevja allar inntøkur og eigur heimild at gjalda allar neyðugar útreiðslur.
§6 Aðalfundur
Ársaðalfundurin verður hildin áðrenn mai mánaður er farin og hevur hægsta avgerðarrætt í øllum felagsmálum.
Ársaðalfundurin skal boðast frá skrivliga í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstadi, fundartíð og fundarskrá.
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.
Vanligt fleirtal er nóg mikið at avgera øll mál.
Tá ið lógliga er boðað til aðalfundar, er hann avgerðarførur. Eingin limur kann greiða atkvøðu uttan sjálvur at koma á fund. Atkvøðurætt hava allir virkandi limir, sum hava fylt 15 ár og avvarðandi at limum, sum møta upp til aðalfundin.
Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:
- Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
- Framløga av roknskapi felagsins
Til val av nevndarlimum verður víst til ásetingar í §5.
§7 Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur kann boðast til, tá ið nevndin heldur tad er neyðugt, ella tá í minsta lagi 16 av teimum limum, ið hava atkvøðurætt, krevja tað. Eitt slikt krav má verða grundað og sendast nevndini skrivliga.
§8 Limaskapur í sameining
Um so at felagið er limur í eini sameining av ítróttarfeløgum, skulu limir verða skyldugir at geva seg undir ta lóg og tær ásetingar, sum sameiningin samtykkir fyri limir sínar.
Felagið kann ikki skrivast sum limir av slíkari sameining uttan at aðalfundurin hevur játtað.
§9 Viðtøkubroytingar
At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.
§11 Avtøka
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.
Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerðandi endamál. Ognir felagsins verða at deila út ímillum ítróttarfeløgini í Fuglafjarðar kommunu.
Samtykt á aðalfundi 17. mai 2017